Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Negativar rentur er tað "nýggja normala" og tað er onki til hindurs fyri, at tær kunnu fella enn longur niður.

Tað sigur Signe Krogstrup, sum mánadagin gerst nýggjur stjóri í danska tjóðbankanum, har føroysku bankarnir eisini hava síni viðurskifti.

Danski tjóðbankin fór at brúka negativar rentur á fyrsta sinni í 2012, hon hevur verið niðri á minus 0,75% og er nú á 0,6%. Saman við Sveits er Danmark tað landið í heiminum, sum hevur størstu negativu rentuna. Tá bankarnir fáa negativar rentur fyri sítt innistandandi í Tjóðbankanum, so koyra teir kostnaðin víðari til kundan, sum eisini skal gjalda fyri at hava pengar yvir eina vissa upphædd standandi í bankanum

- Rentan er avkast av uppsparing. Og negativu renturnar eru ein avleiðing av, at vit spara meira og meira upp, eitt nú tí vit gerast alsamt eldri, ella tí vit vilja tryggja okkum ímóti arbeiðsloysi, sigur  Signe Krogstrup við Ritzau.

Onkrar kanningar siga, at negativu renturnar kunnu fara at standa við í 10-15 ár, men óvissa er sera stór, tá vit spáa so langt fram í tíðina, sigur Signe Krogstrup .

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo