Lat hann, sum vil broyta heimin, fyrst broyta seg sjálvan
- Sokrates

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

FarLit, ið arbeiðir við at varpa ljós á føroyskar bókmentir, hevur fingið eina nýggja játtan at umsita frá Uttanríkis- og Mentamálaráðnum, sum skal stuðla undir týðingar úr føroyskum til annað mál enn norðurlendskt.

FarLit hevur í mong ár umsitið stuðulsjáttanina, sum Norðurlendska Ráðharraráðið veitir og hvørs endamál er at eggja norðurlendskum forløgum at útgeva fleiri bøkur á øðrum norðurlendskum málum.

Stuðulin hevur havt stóran og avgerandi týdning fyri útbreiðsluna av føroyskum bókum í øðrum Norðurlondum. Men virkisøkið hjá FarLit fevnir eisini um aðrar marknaðir.

Seinastu árini er ein alsamt størri eftirspurningur frá meira fjarskotnum londum, og tí hevur ynski leingi verið um at fáa eina stuðulsjáttan ájavnt ta norðurlendsku.

- FarLit luttekur á bókamessum og útgávufremjandi tiltøkum og roynir sostatt at skapa ein eftirspurning. Men vit hava higartil ikki havt tær stuðulsskipanir, sum hini Norðurlondini hava til at lofta einum størri eftirspurningi. Tað er bláoygt at halda, at bókmentir koma út á aðrar marknaðir uttan ein ávísan stuðul. Í so máta eru bókmentir ikki øðrvísi enn fiskur, sigur Urd Johannesen, bókmentanarligur samskipari á FarLit. 

- Vit eru sera fegin um at hava fingið hesa leingi ynsktu játtanina, tí hon er ein týðandi liður í okkara arbeiðssetningi, sum í síðsta enda snýr seg um at skapa ein størri marknað fyri føroyskar rithøvundar, leggur hon afturat. Nýggja játtanin er á 300.000 kr.

Ein nýggj nevnd er nú sett til at viðgera umsóknirnar, ið koma inn, og fyrsta freistin at søkja er sett til 1. august. Tríggir limir eru í nevndini og umboða Rithøvundafelagið, Fróðskaparsetrið og Landsbókasavnið.

Tey trý eru Marna Jacobsen, ritstjóri og umboð fyri Rithøvundafelagið, Malan Marnersdóttir, professari á Fróðskaparsetrinum og Høgni Bech, bókavarðaleiðari á Landsbókasavninum.

Umframt at viðgera bæði norðurlendska og nýggja altjóða týðarastuðulin kemur nevndin eisini at arbeiða við úrvalinum av nýggjastu føroysku útgávunum, ið FarLit varpar serstakt ljós á í faldarum, lýsingum og marknaðarføring annars.

- Vit gleða okkum at koma í gongd við arbeiðið. Vit vita longu nú um fleiri forløg, ið standa klár við einari umsókn, og tað er ein greið ábending  um, at tørvur er á einari slíkari játtan," sigur Urd, sum leggur afturat, at arbeiðið tó ikki steðgar her, tí næsta stig á leiðini framá er at fáa fleiri týðarar, ið megna at týða úr føroyskum til annað mál.

- Týðarar eru lykilin til alt, sum FarLit arbeiðir við. Allur bati bøtur innan hetta økið, sigur Urd Johannesen at enda. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo