Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Sum forkvinna í trivnaðarnevnd Tórshavnar kommunu, leggi eg upp til nýhugsan á kommunulæknaøkinum.

Í Tórshavnar kommunu eru fjúrtan kommunulæknaviðtalur og økið er skipað soleiðis, at landið varðar av læknunum og kommunan varðar av hølum og útgerð.

Ásannandi, at arbeiðið hjá fyrrverandi landsstýriskvinnu at skipa deplar, ikki bar á mál, taka vit sakina í egnar hendur og leggja upp til smávegis broytingar. Hetta bæði fyri at betra um tænastustigið og fyri at reka økini so skynsamt sum til ber.

Hóast vit fyri stuttum fingu fimm nýggj viðtaluhøli, vísir tað seg at verða tørvur á enn fleiri í og við at leigusáttmálar ganga út - í fyrstu syftu er talan um tríggjar viðtalur.

Vit kunnu staðfesta, at verandi kommunulæknaskipan ger, at viðtaluhølini ikki verða nýtt til fulnar. Tey eru mest sum fullsett fyrrapartar og til nakað út á seinnapartin, fyri síðani at standa tóm til næsta arbeiðsdag.

Vit vita at fyri borgarar í Tórshavnar kommunu, hevði møguleikin at kunna fara til lækna eftir vanliga arbeiðstíð, verið kærkomið.

Vísandi til tær tríggjar viðtalurnar, sum í næstum fara at vanta hølir, kundi verið áhugavert at byrjað við hesum trimum viðtalum, ið kundu verið virknar til dømis frá kl 16:00 til eitt nú 21:00.

Hesar somu  viðtalur ella vaktir, kundu verið uppá skift millum allar læknarnar,  ella so sum Kommunulæknafelagið og læknar velja at arbeiða við hesari avbjóðing.

Fyri okkum sum brúkarar av kommunulæknatænastuni, hevði tað merkt betri tænastu gjøgnum størri frælsi og fyri læknarnar sjálvar, hevði tað merkt ein størri arbeiðsfleksibilitet.

Tað hevði gagnað nógvum borgarum, um kommunulæknaskipanin varð endurskoðað við hesum fyri eyga:

Betri borgaratænastu
Betri kommunalan rakstur
Betri arbeiðsfleksibilitet hjá kommunulæknunum

Í hesum sambandi er vert at leggja aftrat, at eitt líknandi arbeiði við endurskoðan, er í gongd á eldraøkinum, sum skal betra um samskifti hjá stovnum og ellisheimum við læknarnar.

Bergun Kass, býráðslimur í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo