Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

"Good man, Good man".

Tað vóru seinastu orðini hjá nýsælendska flogskiparanum Harold 'Jack' Haeusler, sum í november 1942 rendi á eina fjallasíðu í Suðuroy.

Dánial Norðberg var tá 18 ára gamal, og hann var ímillum teir sum hjálptu illa meidda flogskiparanum úr sundurbrotna flogfarinum, og undir læknahond. Hann hevði ikki roknað við, at tað nakrantíð skuldi lukkast at hitta skyldfólk hjá flogskiparanum, og siga teimum frá um hendingina.

Í juni vitjaði ein skyldmaður hjá Harold Haeusler, Bruce Haeusler, í Føroyum, og endamálið var at vitja grøvina og staðið har flogfarið rendi á.

Og hann fekk meira burturúr enn væntað.

Les alla søguna her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo