Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ferðslutrygd: Hvat gert tú, meðan tú koyrir? Tað er so nógv, sum lokkar okkum at taka uppmerksemið frá tí, sum vit eiga at hugsavna okkum um, meðan vit koyra. Nemliga at koyra. Bara. Alt annað er býtt. Og tað er hetta sum nýggja átakið um gáloysni varpar ljós á.

Spildurnýtt átak um gáloysni í ferðsluni
Komandi vikurnar fremur Ráðið fyri Ferðslutrygd, í samstarvi við Trygd og Betri trygging, átak um gáloysni í ferðsluni. Við einum spildurnýggjum átaksfilmi varpa vit ljós á alt tað, sum vit lata okkum órógva av, meðan vit koyra. Og tað er jú í veruleikanum býtt. Tí tá vit koyra, skulu vit koyra. Bara.

Gáloysni í ferðsluni er eitt lutfalsliga nýtt hugtak, men seinnu árini hevur RFF sett evnið á breddan fleiri ferðir og nógvir eru hættirnir at vera gáloysin í ferðsluni. Tú kanst vera visuelt gáloysin (tá tú hyggur burtur frá ferðsluni), kognitivt gáloysin (tá tú hugsavnar teg um annað enn ferðsluna), motoriskt gáloysin (tá tú sleppur stýrinum við aðrari ella báðum hondum) og auditivt gáloysin (tá tú lurtar eftir øðrum enn ferðsluni).

Gáloysni í ferðsluni er sostatt alt tað, sum tú gert, sum einki hevur við koyringina at gera. Til dømis:

  • tú tosar í telefon ella skrivar/lesur SMS

  • tú innstillar útvarp ella tónleik

  • tú tekur okkurt upp av gólvinum

  • tú etur, drekkur ella roykir

  • tínir tankar eru aðrastaðni

Hvat siga hagtølini?
Fartelefonin er eitt sera ítøkiligt dømi um nakað, sum kann taka uppmerksemi í koyristøðuni, og tú fær 1000 kr í bót, um tú verður tikin fyri at nýta handhildnað fartelefon. Hetta er nakað væl lægri revsing enn í Danmark, har bótin er 1.500 kr, umframt klipp í koyrikortið. Í “Ferðslutrygdarætlanini fyri Føroyar 2019 – 2027” verður mælt til, at nýtsla av handhildnari telefon í ferðsluni eisini skal geva klipp í koyrikortið.

Yvirlit yvir politimál fyri nýtslu av handhildnari telefon:

2018: 432

2019: 247

2020: 373

2021: 263 (higartil í ár)

Gáloysni er ikki nóg væl dokumenterað í føroysku hagtølunum, men í grannalondum okkara vísa kanningar, at gáloysni er millum vanligastu orsøkir til ferðsluvanlukkur. Í Danmark er gáloysni sostatt orsøk til fleiri enn 50% av øllum deyðsvanlukkum í ferðsluni.

Í kanning, sum Lóður hevur gjørt fyri RFF, hava vit spurt, hvat fólk meta vera høvuðsorsøkin til, at fólk fáa skaða í ferðsluni. Heili 47% av teimum spurdu svara ‘gáloysni’ og bara ‘ov nógv ferð’, verður mett størri skaðaorsøk í ferðsluni.

Men hóast nógvir føroyingar vísa á gáloysni sum eina høvuðs skaðaorsøk í ferðsluni, siga 20% at tey javnan tosa í handhildna telefon, meðan tey koyra bil.

Vit eru sostatt tilvitaði um, at gáloysni hevur stóran týdning fyri ferðslutrygdina, men vit velja kortini alt ov ofta at gera onnur ting enn at koyra. Bara. Og tað er ordiliga býtt.

Góð ráð

  • Hevur tú eina snildfon? Veist tú at flestu snildfonir hava eina funku, sum kann stillast soleiðis, at telefonin ikki ringir, ella tekur ímóti sms’um, tá tú koyrir?

  • Ert tú ferðafólk í bili, har bilførarin tekst við annað, enn at koyra: bjóða tær at taka tær av telefonsamrøðuni, sms’inum, ella útvarpinum. Ella bið hann koyra til síðis og steðga bilinum, til hann er til reiðar at halda fram og koyra. Bara.

Átakið byrjar 18. oktober og heldur fram í tríggjar vikur. Politiið ger kanningar av telefonnýtslu í ferðsluni, meðan átakið er.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo