Sunda Byrsufelag: Tórshamar Open hevur verið á breytini hjá Byrsumúla í vikuskiftinum, og fleiri úr Sunda Byrsufelag luttóku.
Stóri vinnarin av kappingini gjørdist Marius F Joensen (SBF). Hann gjørdi ikki mætari enn at seta nýtt føroyskt met. Hóast lorta skjótilíkindir, megnaði hann at skjóta 120 dúgvur av 125 møguligum.
Gamla metið var 119, og tað átti Marius sjálvur. Tað metið setti hann í 2016!
Nr. 2 gjørdist Tórur Fløtt (SBF) og Nr. 3 Jóhann Fløtt (SBF).
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo