Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Farna árið hevur føroyska whisky íverksetarafelagið, Faer Isles Distillery, havt royndarframleiðslu av whisky og ginni í iNova í Havn.  Nú verður farið stigið víðari til vinnuliga framleiðslu, og í tí sambandi verður komandi tveir mánaðirnar høvi at gerast stovnandi limur í føroyska whisky distillarínum og á tann hátt at stuðla felagnum.

Afturfyri limagjaldið fáa limirnir ein gávupakka við ginni og nýdestilleraðum whisky - og aftaná búning í 3 ár á eikitunnum eisini eina fløsku av lidnum whisky. Harumframt fáa limirnir framíhjárætt at keypa partabrøv í Faer Isles Distillery til serprís, tá felagið seinni í ár fer at bjóða íleggjarum at keypa partabrøv gjøgnum hópfígging.

Umstøðurnar at búna whisky í Føroyum eru optimalar orsakað av váta, salta men støðuga veðurlagnum her. Ginnið frá Faer Isles er serstakt við tað, at tað brúkar føroyskar úrdráttir úr føroyskum tilfari so sum hvonn og baraldi - men ikki minst tara, sum er rættiliga óvanligt tilfar í ginni. Í samstarvi við Spf Tari hava royndir verið gjørdar við ymsum tarasløgum fyri at finna røttu uppskriftina. Tari verður tí eitt avgerandi eyðkenni hjá Faer Isles Distillery.

Limagjaldið verður brúkt sum partur av fíggingini til at keypa útgerðina til vinnuliga framleiðslu. Men farið verður eisini undir fyrireikingarnar til stóru verkætlanina at byggja eitt distillarí Norðuri á Brúnum í Kvívík. Avtala er gjørd við hagastýrið um at keypa jørðina, og arkitekttekningar eru gjørdar, sum vísa goymsluhøli, framleiðsluhøli og eitt móttøkuhøli fyri vitjandi á náttúruvakra staðnum.

Sí meira á www.faer.fo 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo