Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum hevur valt eitt nýtt Fólkaheilsuráð.

Landsstýrismaðurin útnevnir sjey limir í Fólkaheilsuráðið, og verða hesi vald fyri fýra ár í senn.

Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi, heldur áfram sum formaður. Súsanna Olsen, varastjóri í Klaksvíkar sjúkrahúsi, verður nýggj næstforkvinna.

Hini, ið eru vald í Fólkaheilsuráðið, eru:

Unnur S. Fonn, lærari á Skúlatrøð, Hallur Thomsen, viðskiftastjóri á Almannaverkinum, Katrina L. Holm, sálarfrøðingur, Katrin Danielsen, kommunulækni og Jón Klein Olsen, varapolitiinspektørur.

Uppgávurnar hjá Fólkaheilsuráðnum eru m.a. at ráðgeva lands- og kommunalum myndugleikum í sambandi við heilsufremjandi og sjúku- og vanlukku fyribyrgjandi tiltøk og at skipa fyri, at ítøkilig heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tiltøk verða sett í verk og framd.

Landsstýrismaðurin helt stytta røðu fyri nýggju og gomlu limunum.

Røðan kann lesast her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo