Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Eitt nýtt blað er komið á føroyska marknaðin. Í dag kom Ó við nýggjum blaði, ið varpar ljós á føroyska ungdómin.

- Vit hava allatíðina arbeitt við at gjørt eitt blað, ið tekur støðu í gerandisdegnum hjá teimum ungu, sigur Hanus Samró, eigari av Ó.

Í blaðnum kanst tú lesa samrøðu við Sonju Davidsen, ið starvast sum yrkismodell í Danmark. Tosað verður við Hall Hansson um tungu leiðina til Superliguna.

Sørvágsgentan Linda Viðoy er ikki sum gentur flestar. Hon hevur ongantíð tikið støðu út frá, hvørt tað er mannfólka- ella konufólkaarbeiði, men heldur um tað hevur hennara áhuga. Nú lesur hon til flogskipara.

Søgan um Inga Samson er klassisk føroysk: drongurin, ið ikki tímdi at ganga í skúla, men sum 14 ára gamal fór hann til skips. Nú hevur hann skiparaútbúgving.

Ljós verður varpað á jólaborðhald, sálarfrøðingur verður spurdur, hví so nógvur ótrúskapur fer fram undir jólaborðhaldunum. Í blaðnum eru greinar um móta, myndarøðir, og bókaummælir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo