Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Um tú skalt lýsa EP’ina “Westender” við einum orði, so man besta orðið vera “granskandi”.

Marius DC spennir veruliga sínar tónlistarligu vøddar á teimum seks løgunum, og kavar beint út í eina røð av ymiskum tónleikarákum.

Lukkutíð tykjast vøddarnir at bera á mál á øllum løgunum.

Beinanvegin, tú trýstir á play, hoyrir tú menningina frá fyrru útgávuni.

Fyrsta lagið “Back Like I Ain’t Left” er annað av tveimum Drill løgum á útgávuni. Drill er eit rák, ið fyrst spratt í Chicago, áðrenn tað legði allan heimin fyri sínar føtur, við rapparum sum Pop Smoke og Headie One sum undangongumonnum.

Lopið í Drill tykist tó ikki ov stórt. Marius ljóðar líka væl fyri í teimum pumpandi Drill rútmunum, sum hann ger á tí meira siðbundna Trap lagnum, “FMA Sh*t”.

Lurta vit víðari, síggja vit rapparan halda fram á síni granskingarferð, við WestCoast íblásta lagnum “Gasoline”, ið hevur vakt ans bæði úti og heima, tá tað kom út sum fyrsta staklag í vár.

Einasta føroyskt mælta lagið á útgávuni “Respekt”, var annað staklag í summar, og er nýskapan, sum fyrsta føroyska Drill lag nakrantíð.

Á lagnum “Big Things” leita tankarnir aftur á “The MZA EP”, ein rein bassutt bar-veitsla við hópin av punchlines: “Dissing on me, you’ll get banned or snatched, like Black Mirror”. Hetta er so Marius DC, sum tað verður, undirstrikað av tí glíðandi 808 bassinum, ið sparkast í gongd í øðrum niðurlagi.

Seinasta lagið á EP’ini “Teenage Drama” er uttan iva, mest serstaka lagið á útgávuni. Marius krunar seg ígjøgnum okkurt, ið best kann lýsast sum ein emo-rapp-ballada.

Hann syngur um mistan kærleika og tannáringa angist. Tunga outro’in hevur gittarsolo við Son Of Fortune.

Her stígur rapparin veruliga úr síni tónlistarligu trygdarskóm, og tað klæðir honum.

Fleiri eru tey, ið hava sett spurnartekin við nógva rósið av rapparanum, ið vann heiðurin ársins nýggja navn, við fyrstu útgávu síni. Men “Westender” vísir, at rapparin er mentur og búnaður væl hesi bæði árini síðan “The MZA” EP kom út.

Lurta her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo