Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Skandinaviska flogfelagið SAS er farið so langt, at tú nú kanst velja at gjalda eitt sindur meira fyri flogbilettina, og meirgjaldið fer so í ein grunn sum skal gera flogvinnuna minni dálkandi. Niðurlenska KLM heitir beinleiðis á kundarnar um at umhugsa, um tey nýtast at flúgva so nógv og Ryanair, sum hevur havt ringt orð á sær viðvíkjandi dálking, sigur nú, at tey skulu vera grønasta flogfelagið í Europa.

Orsøkin skal finnast í nýggja hugtakinum flogskomm. Tað byrjaði í Svøríki í fjør og skal heilt einfalt skiljast soleiðis, at fleiri brúkarar skamma seg av at flúgva, tí tað fer so illa við umhvørvinum.

Sagt verður, at flogvinnan stendur fyri 2,5% av samlaða CO2 útlátinum, og hóast tað kanska kann tykjast sum ein lítil partur, so seta nógv flúgving í samband við óneyðugt marglæti.

Hjá SAS hevur afturgongdin verið ítøkilig, serliga á innanríkisrutunum, skrivar Jyllandsposturin, uttan at nevna hvussu stór hon hevur verið. Og staðfestast kann eisini, at samstundis sum færri flúgva, so koyra fleiri við toki.

Men flestu altjóða flogfeløgini siga, at tey ikki enn hava merkt nakra nevniverda afturgongd av nýggja hugtakinum. Talan er tó um eitt rák, sum tey vænta ikki slepst undan.

Flogvinnan er ein viðbrekin vinna, eitt nú tí kappingin er hørð. Ein lítil minking í talinum av fólki sum flúgva kann tí hava stórar avleiðingar fyri lønsemið hjá flogfeløgunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo