Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

“Nú eru jól herinni” er heitið á spildur nýggja føroyska jólasangi, ið nú er at hoyra á føroyskum útvarpsrásum. Tað er 15 ára gamla Beinta Elsudóttir Jacobsen, ið syngur lagið, sum varð skrivað um jóltíðir 2019 og sum er innspældur í november í ár. 

Tað er pápi hennara, Petur Háberg Jacobsen, ið hevur gjørt orð og lag. 

"Nú fólk eru farin at stákast til jóla, og jólahugni sæst í grannalagnum, skrivar ein slíkur jólasangur faktist seg sjálvan bara við at hyggja umkring seg".

Beinta hevur áður sungið, eitt nú ein sang til ABC Barnahjálp og hon sang eisini – saman við Jens Marna Hansen og Petur – á sanginum “Gott Nýggjár”, sum kom út seint í desember í fjør, og var nógv at hoyra um árskiftið. 

“Nú eru jól herinni” er framleiddur av Niclas Johannesen og ljóðblandaður av Óla Poulsen. Teir báðir spæla eisini øll ljóðførini á sanginum, meðan Petur syngur kórrøddirnar til fyrsta staklagið hjá Beintu Elsudóttir Jacobsen. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo