Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Kommunan hevur nú skipað alla kunning um veg- og grevstrararbeiði í kommununi á einum korti, soleiðis at borgarar lættliga kunnu fylgja við í, hvørjir vegir eru stongdir, og hvørji arbeiði fara í gongd í næstum. 

Kortið er lagt afturat síðu okkara um veg- og grevstrararbeiði í gerð, ið lýsir vegarbeiðini nærri, og sum regluliga verður dagførd. Síðuna og kortið sært tú her: 

Veg- og grevstrararbeiði í gerð

Vilt tú tryggja tær, at tú altíð fært boð, tá ið vegir verða stongdir, broytingar eru í ferðaætlanini hjá bussleiðini ella trupulleikar eru við vatnveitingini, kanst tú tekna teg til tíðindabrævið frá Tórshavnar kommunu. Kommunan roynir eftir besta førimuni at kunna borgarar, tá ið ólag er á kommunalu veitingunum.

Tú kanst tekna teg til tíðindabrævið á forsíðuni og á viðkomandi undirsíðunum her á kommunalu heimasíðuni: 

Torshavn.fo - forsíða

Vegir og ferðsla

Tíni hús og títt stykki

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo