Á ellisárum veitst tú endiliga alt. Men so byrjar tú at gloyma
- hin gloymski

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Í dag kemur nýggj tónleikaútgáva út, lagið kallast ”At laða garð”. Tað er Jaspur Petersen, sum eigur orð og lag. Jaspur syngur og spælir harmoniku.

Niels Midjord syngur og spælir tvíarmaðan svenskan lutt.

Jaspur hevur einki útgivið av tónleiki, síðan hann var í Harkaliðnum fyrst í sjeytiárunum, og sang millum annað ”Tulipanærina”.

Niels kenna vit frá eini rúgvu av útgávum, her spælir hann tvíarmaðan svenskan lutt, í helst er fyrstu ferð at hetta ljóðføri er upptykið í Føroyum, so her skrivaði Niels aftur søgu.

Tíverri náddi Niels ikki at uppliva hesa útgávu, hann andaðist áðrenn.

Holgar Jacobsen hevur staðið fyri upptøkuni og hevur ljóðblandað og Dánjal Tavsen hevur mastrað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo