Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið FANNIR: Út er komið 28. leikritið í røðini, sum Forlagið Fannir letur úr hondum. Hetta eru leikir, sum hava verið spældir nógv í Føroyum, og sum áður hava verið prentaðir, men eru útseldir.

Hetta 28. leikritið er ”ÁSTARBRAGD” – leikur við songum  í fýra pørtum, sum norðmaðurin Torvald Tu (1893-1955) skrivaði í 1928. Tvey heiti hava verið nýtt: ”Bertels gjenvordigheter” og ”Eld i hjartekrå”. Nyholm Debess (1882-1952) týddi til føroyskt, og bókin kom fyrstu ferð út í 1936. Umframt í Havn hevur leikurin verið spældur í Haldarsvík, Gøtu, Klaksvík, Kollafirði, á Tvøroyri, í Hvalba og Vági og seinast í Miðvági – tað var í 1990.

Í 25 ár búði Torvald Tu saman við vinmanni sínum, klaverleikaranum Trygve Johannes Stangeland (1898-1969). Tað er hann, sum setti løg til sangirnar í leikinum. Teir vitjaðu í Føroyum í desembur í 1931 og vóru á palli í Sjónleikarhúsinum. Teir vórðu væl fagnaðir.

Árni Dahl valdi tekstir, skrivaði viðmerkingar og legði til rættis.

Bárður Jákupsson sniðgav forsíðu. William Heinesen gjørdi skreytmynd.

Leikrit 28 er 120 síður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo