Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Forlagið Ungu Føroyar hevur fingið nýggja heimasíðu, www.unguforoyar.fo. Forlagið hevur valt at leggja alla bókina Hugtøk í bókmentafrøði upp á heimasíðuna.

Tankin er at hetta skal gera tað lættari hjá næmingum, lærarum ella einhvørjum við áhuga fyri bókmentum at sláa upp í bókini.

Á nýggju heimasíðuni er ein leitifunka, sum ger tað ómakaleyst at finna leitiorð og meira vitan um ymisk hugtøk.

Forlagið Ungu Føroyar gav bókina Hugtøk í bókmentafrøði út í 2009, og hon hevur verið væl móttikin.

Forlagið ynskir, at bókin skal verða tøk fyri øll, og at tað skal verða gjørligt at halda bókina við líka. Tíðin stendur ikki í stað, og nýggj hugtøk stinga seg upp, eisini í bókmentafrøðini.

Í samband við at nýggja heimasíðan er útgivin eru 2 nýggj hugtøk tikin við, autofiktión og paratekstur.

Ábyrgd av at fakliga innihaldið í Hugtøkum í bókmentafrøði er rætt hevur Turið Sigurðardóttir, sum eisini hevur forlagið undir hond. Hon vónar at hetta fer at gera at enn fleiri fólk fáa gleði at uppslagsverkinum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo