Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tórshavnar havn er eigari av verandi farstøð og tilhoyrandi trapputorni. Tá gamla Norrøna byrjaði siglingina upp á Tórshavn fyrst í 80-árunum, vóru tillagingar gjørdar á farstøðina, sum Strandferðslan brúkti til Smyril.

Tá nýggja Norrøna kom í 2003, bleiv trapputornið bygt afturat gomlu farstøðini, men umstøðurnar til bilar og ferðafólk vóru at kalla tær somu. Tá bygdi Smyril Line afturat einum pakkhúsi hjá Tórshavnar havn.

Men síðan Norrøna byrjaði sigling, er ferðafólkatalið og fraktnøgdirnar nógv vaksnar, uttan at umstøðurnar á landi hava fylgt við. Nú hevur Tórshavnar havn tørv á einum nýggjum terminali til ferðafólk, og Smyril Line hevur tørv á nýggjum pakkhúsi við tilhoyrandi skrivstovum.

Partarnir eru samdir um, at ein góð loysn er at gera ein felags bygning, sum rúmar goymslu- og skrivstovuhølum til Smyril Line, og ferðafólkaterminal til Tórshavnar havn.

Áðrenn bygt verður, skulu partarnir vera samdir um verkætlanina. Endaligi kostnaðurin verður fastlagdur, tá tilboðini upp á byggingina eru komin inn. Uppskot er gjørt til avtalu og sáttmála.

Havnarmeistarin og kommunustjórin mæltu til at taka undir við avtalu, og hetta varð samtykt av bæði havnanevndini og fíggjarnevndini. Í kvøld hevur býráðið samtykt at taka undir við tilmælinum.

Fylg við býráðsfundinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo