Um tú ert ein av teimum sum heldur, at pengar ikki eru eydnan, so kann eg vissa teg um, at tær hevði dámað fátækradømi enn minni
- ókendur

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Tórshavnar býráð skal í kvøld taka støðu til eitt tilmæli um at staðseta nýtt røktarheim við røktaríbúðum á økinum á Stórubrekku. Talan er um nýtt røktarheim við 64 búplássum og 16 atknýttum røktaríbúðum.

Fyrireikandi arbeiðið er farið í gongd. Hetta er stór verkætlan, og sum støðan er við vaksandi tali av eldri borgarum og minkandi arbeiðsmegi, er neyðugt at hugsa nýtt, tá bygt verður.

Neyðugt er at tryggja, at eitt nýtt røktarheim er soleiðis bygt og útgjørt, at tað í størst møguligan mun tekur atlit til hesa avbjóðing. Í hesum sambandi er neyðugt at eisini vælferðartøknin er hugsað inn í loysnirnar á heiminum.

Heilsu- og eldranevndin og fíggjarnevndin taka undir við málinum, sum kemur fyri býráðið í kvøld.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo