Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Tala og Hoyrn: - Tala og samskifti eru við til at varðveita okkum í felagsskapinum og samanhaldinum, og tá talan viknar t.d. á ellisárum, er týdningarmikið at halda við líka málsligu førleikarnar og samskiftið. Samrøðuspælið, ið er eitt føroyskt myndaspæl, er eitt amboð til at styrkja hesar førleikar, sigur Ólavur Højgaard, ið rekur fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum gevur spælið út.

Hann vísir á, at tað er lívsins gongd, at eldri fólk tosa minni og minni, sum tey eldast, men við at venja miðvíst, kunnu tey mótarbeiða viknandi taluni og harvið varðveita samanhaldið við onnur. Umframt at gagna teimum eldru er spælið eisini ætlað búfólkum á sambýlum, fólkum við heilaskaða og annars øllum øðrum, sum halda tað vera stuttligt at royna sítt minni við einum føroyskum myndaspæli í góðum huglagi við vinir, familju og kenningar.

Ólavur Højgaard starvaðist í nærum 40 ár sum tali- og hoyrilærari á Skúlanum á Trøðni, seinastu árini á Sernámsdeplinum, og tá ið hann legði frá sær, stovnaði hann fyritøkuna, Tala og Hoyrn, sum veitir serkøna hjálp á hesum øki.

- Eg havi ment Samrøðuspælið við støði í egnum royndum. Eg meti, at spælið kann gerast eitt hent amboð hjá teimum, ið dagliga hava talu og samskifti sum eina avbjóðing, ið eisini rakar teirra sosiala lív, um tey onga hjálp og stuðul fáa, greiðir Ólavur Højgaard frá.

Samrøðuspælið savnar fólk rundan um føroyskar myndir, ið kunnu vera neistin til eina stuttliga og mennandi samrøðu, har karmarnir fyri samskiftinum eru einfaldir og uttan tøkniligar avbjóðingar.

- Øll, ið hava talu og samskifti sum eina avbjóðing í gerandisdegnum, hava tørv á einføldum loysnum at halda við líka málsligu førleikarnar, tí ov torskildar loysnir kunnu vera við til at køva tey. Tey skulu hava møguleika at liva í samskiftinum, sigur Ólavur Højgaard.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo