Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Í dag, hósdagin 23. august, er eitt heldur sjáldsamt tekstasavn komið út. Tað er Høgni Mohr, rithøvundur, tíðindamaður og atfinnari, ið hevur savnað 16 tekstir um líkt og ólíkt í bók.

Astrid Andreasen hevur hegnisliga myndprýtt savnið.

Sjálv bókin er væl úr hondum greidd og minnir eina mest um eina átrúnaðarliga lestrarbók, og helst er tað tilvitað.

Ímillum permurnar er eitt satt fýrverk av teksti og tankum.

Bergsøgin, á ytstu egg til tað fúla, ferðast hann húsvandur, við sínum fantastiska frásøgukynstri. 

Fólk og hendingar, ið vit øll kenna aftur, verða úrlatin og sett í perspektiv á ein hátt, so lesarin næstan tivar av møði, tá lættlisni teksturin er av. 

Bókin er eitt must fyri facebook-brúkarar, tí tekstirnir eru so fastir og samansjóaðir, at fleiri helst kunnu læra av skrivikynstrinum. 

Bókin, ið ikki er fyri sartar sálir, er innbundin, 255 blaðsíður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo