Herborg Torkilsdóttir hevur givið sítt fyrsta føroyska staklag út við heitinum : "Hvat hugsar tú?".
Hon hevur sjálv skrivað tekst og lag, meðan danin Jens Varmløse hevur spælt ljóðføri inn, og Terji Rasmussen hevur upptikið røddir og ljóðblandað.
FMA 2020 verður komandi leygarkvøld, og Herborg er tilnevnd í bólkinum "Ársins nýggja navn".
Tú kanst fylgja Herborg, og hennara tónleikaferð, her : www.facebook.com/herborgtorkilsdottir
Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo