At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Við íblástri úr Soul, Pop, Funk, Jazz og Gospel hevður føroyska Linda Andrews samstarvað við nøkrum av teimu bestu tónleikarum úr Danmark, Polen og Cuba og nú kemur fyrsta staklagið “ FEEL GOOD PARTY” undir heitinum: The LAB. 

Hugflogið til samstarvið kom í korona tíðini har vit øll sótu heima og Linda hugsaði at nú var tíðin komin til at royna nakað nýtt og aftaná ein Zoom fund á netinum við hesar tónleikarnar, avgjørdu tey at gera eitt samstarv. Í hesari “korona tíð” har vit ikki kundu hittast fysiskt, hava vit innspælt hvør sær har heima og so er tað heila sett saman. 

Tónleikarnir í manna bólkin hava m.a. spælt saman við Chaka Khan, David Sanborn, Mike Stern, Level42, Robert Palmer, Randy Crawford, Tower of Power, Michael Brecker, Michel Camilo, Herbie Hancock, Bob Mintzer, Wayne Shorter, Chucho Valdes, Oscar Valdes.

Um nýggja staklagið og nýggja bólkin sigur Linda at "hettar er ein dreymur sum er blivin veruleiki"! "Eg havi leingi droymt um at manna ein bólk við hesum dugnaligu tónleikarum og saman við mær hava teir lagt løgini til rættis og givið løgunum íblást. Eg havi altíð lurta sera nógv eftir pop, soul og gospel tónleiki síðani eg var heilt lítil, og tey seinnu árini er tað eisini blivið til meira og meira til jazz og fusiónsjazz og alt hetta kann eg nú blanda saman í hesum samstarvi. Eitt av íblástrinum til samstarvið kemur m.a. frá svenska bólkinum “Dirty Loops” sigur Linda Andrews”.

Lagið hevður Linda skriva saman við Mads Hougaard (DK) og Douglas Carr (SE) sum m.a. hevður skriva stóru hittini: “It´s all about the money” við svensku Meju, "The Sign við Ace Of Base" og "Sing Hallelujah" við Dr. Alban.

Bólkurin er mannaður av:
Linda Andrews: Vocals
Kristof Jasik: Keyboards
Søren Reiff: Guitars
Andreas Hatholt: Bass
Eliel Lazo: Percussion
Mikkel Villingshøj: Drums, Programming

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo