Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tónleikur

Marius DC og Jonas Langgaard geva lagið Straight Up Icy út, eitt melodiskt og popputt lag við einum fangandi niðurlagi.

 

Útgávan verður markerað við eini online konsert leygarkvøldið kl. 20, á Facebooksíðuni hjá Marius DC.

 

Hóast Marius DC og Jonas Langgaard bert hava arbeitt saman seinasta árið ella so, so hevur hetta verið eitt stórsligið ár fyri duoina, ið endaði við eini FMA heiðursløn sum besta nýggja navn í 2019. Nú geva teir fyrsta staklagið sum duo út, har Jonas, ið vit kenna handan DJ pultin, eisini syngur saman við Mariusi.

 

Marius DC kom brakandi inn á føroyska tónleikapallin, sum eitt av bestu og mest sjónligu nøvnunum í Sementkappingini í fjør, hetta var samstundis fyrstu ferð, at Marius og Jonas framførdu saman, Marius á vokali og Jonas við DJ pultin.

 

Teir høvdu einans kent hvønn annan í tríggjar dagar, tá teir í finaluni vóru millum mest sannførandi bólkarnar, m.a. við einum nýskrivaðum lagi, ið teir høvdu gjørt saman, innspælt og útgivið á Soundcloud.

 

Hetta var byrjanin til eitt ár hendingaríkt ár við trimum stakløgum og EP’ini The MZA EP, ið umframt heiðurin sum ársins nýggja navn, hevði við sær tilnevningar fyri ársins útgávu, ársins tónleikanavn og ársins sangara. Men eisini við nógvum konsertum og framførslum á festivalum.

 

Jonas Langgaard er sjálvur virkin sangskrivari og sangari, hann skrivaði lagið Woah, á The MZA EP, og hevur somuleiðis framleitt og skrivað nógv av løgunum, ið Marius DC framførir á konsertum.

 

Nógvar bókingar eru longu gjørdar í summar eitt nú á stóru festivalunum, um hesir verða hildnir. Eisini eru áhugi uttanlands fyri hesum føroyska Hip Hop nýbrotinum.

 

Í løtuni brúka teir steðgin, ið samfelagið er í, til at framføra online konsertir, og til sangskriving og framleiðslu av nógvu løgunum, ið teir longu hava skrivað saman.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo