Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

“Glasbúrið – 19 stuttsøgur” eitur nýtt stuttsøgusavn, sum júst er komið út.

Tað er rithøvundurin Sámal Soll, ið hevur skrivað. Søgurnar í savninum venda sær til ung og vaksin og fevna víða í innihaldi - frá tí spennandi til tað óhugnaliga - við nøkrum kærleikssøgum ímillum.

Fyrsta stuttsøgusavn hjá høvundinum
Hetta er fyrsta stuttsøgusavn, sum Sámal Soll letur úr hondum, hóast hann hevur verið virkin rithøvundur í fleiri ár. Sámal Soll er føddur 25. juni í 1977 í Havn. Hann er útbúgvin cand. mag í enskum máli og bókmentum frá Aalborg universiteti.

Sámal Soll hevur arbeitt í fleiri ár við samskifti og marknaðarføring, men starvast nú sum ensklærari í Hoydølum. Tær fyrstu stuttsøgurnar skrivaði hann, meðan hann sjálvur gekk í Hoydølum.

Í 2005 varð stuttsøgan Ver ikki bangin vald sum onnur vinnarasøgan í stuttsøgukapping hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags.

Árið eftir varð søgan givin út í stuttsøgusavni á 8 norðurlendskum málum. Síðani hava søgur hjá Sámal javnan verið at lesa í tíðarritunum Vencili og Varðanum .

Útgávutiltak á Reinsaríðnum
Bókin, sum longu er at fáa í bókabúðunum, verður alment løgd fram á Orð og Tónum-tiltakinum, sum Reinsaríið og forlagið Sprotin skipa fyri í felag hóskvøldið tann 17 september, klokkan 20.00. Á skránni verður prát við rithøvundan og upplestur av søgum úr bókini. Harumframt fer Finnur Koba at spæla.

Tað er forlagið Sprotin, sum gevur bókina út. Bókin “Glasbúrið – 19 stuttsøgur” fæst í bókabúðunum. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo