Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nývalda stýrið fyri Roðan skipaði seg á fundi seinrapartin í gjár. Roðin er økistænastan við Skálafjørðin, ið hevur ábyrgdina av heimatænastu, eldrarøkt v.m. Eitt samtak millum Sjóvar, Nes- og Runavíkar kommunu. Umframt annað rekur samtakið virksemi á Vesturskini á Toftum, Sjóvarlon á Strondum, Dagtilhaldinum á Skála og Røktar- og Ellisheiminum í Runavík. Harumframt eigur Roðin bygningin, har sum barnaverndin hjá somu kommunum heldur til, - í húsunum sum fyrr var Vistarheimið á Mýrunum.

Eftir kommunuvalið í november hava kommunurnar valt 9 limir í stýrið. Sambært viðtøkunum skulu borgarstjórarnir sita í stýrinum og ein teirra skal vera formaður og annar næstformaður.

Næstu fýra árini eru hesi vald at sita fyri Roðanum:
Hans Anders Jacobsen, Sjóvar kommuna
Artur Johansen, Sjóvar kommuna
Elin á Torkilsheyggi, Nes kommuna
Súni í Hjøllum, Nes kommuna
Sæunn Ólavsdóttir Hansen, Runavíkar kommuna
Elin Klein Joensen, Runavíkar kommuna
Kaja Joensen, Runavíkar kommuna
Jonnhild Reynholdsdóttir, Runavíkar kommuna
Tórbjørn Jacobsen, Runavíkar kommuna

Stýrið skipaði seg við Tórbirni Jacobsen sum formanni og Arturi Johansen sum næstformanni. Dagligur leiðari er Jóngerð Guttesen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo