Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Innsent av Tvazz: Ein sterk norðurlendsk manning stendur aftanfyri pallsetingini av “Ó - søgur um djevulskap”, sum júst nú tekur skap í Norðurlandahúsinum. 

Nú eru venjingar byrjaðar til pallsetingina av stórfingnu skaldsøguni Ó, søgur um djevulskap eftir Carl Jóhan Jensen. Forlagið Sprotin gav bókina út í 2006. Hon vakti miklan ans beinanvegin, hon kom út, nógv tos var um hesa góða – og drúgvu - bók, hon varð beinanvegin mett at verða ein skaldsligur varði í føroyskum bókmentum. Skaldsøgan varð tilnevnd Bókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins í 2006 og hóast hon ikki vann hana, so vann hon fleiri aðrar bókmentavirðislønir, hon varð nógv umrødd og fekk góð ummæli heima sum úti og varð týdd til íslendskt og norskt. Bókin er at kalla útseld í øllum útgávum ídag. 

Og nú sum sjónleikur
Skaldsøgan verður nú gjørd um til sjónleik. Tað er ein sterk norðurlendsk manning, sum stendur aftanfyri pallsetingina. 

Danin Daniel Wedel hevur skrivað leikritið, sum byggir á skaldsøguna. Altjóða viðurkendi pallistaleikstjórin Egill Pállsson úr Íslandi leikstjórnar, sviin Martin Eriksson ger pallmynd og búnar, at seta ljóð og tónar til verkið hevur Tvazz fingið føroysku greipuna Onnu Katrin Øssursdóttir Egilstrøð og Jens Ladekarl Thomsen, Súni Joensen ger ljóssnið, filmslistakvinnan Barbara Lervig ger film og myndir og við einum dreymatoymi av føroyskum og norðurlendskum leiklistafólki bjóða vit ein ófrættakendan, djevulsettan ræðu-leik í trimum aktum, har vit fara eina Ó-gloymandi ferð inn í allardøkkastu skýmaskotini í mannasinninum. 

Hetta sigur leikstjórin Egill Pálsson um pallsetingina:

”Vi glæder os til at vise denne groteske horror historie. Ondskaben får en forensic overholdning. I hvad ligger ondskaben? Er djævelen det værste?”

Sostatt kunnu vit vænta okkum eina spenningssøgu um eina Ó-loystu morðgáta, sum dregur okkum inn í eitt kaleiduskop av ófrættakendum, blóðigum fananskapi. True Detectives møtir Dracula. 

Frumframførslan verður í Norðurlandahúsinum 7. august 2021. Framført verður bert fram til 15. august. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo