Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Ó hevur longt samstarvsavtaluna við BankNordik, ið hevur við sær, at BankNordik verður ein týdningarmikil og sjónligur viðspælari í arbeiðinum um at menna føroyska lestrarumhvørvið.

- Føroyska lestarumhvørvið er í stórari menning. Tað hava ongantíð verið so nógv lesandi á Setrinum sum akkurát nú. Tí eru vit ovurfegin um avtaluna við BankNordik, sum gevur okkum møguleikan at veita fleiri og betri tænastur, sigur Hanus Samró, stjóri og eigari av Ó.

Ó hevur í samstarvi við Tórshavnar og Klaksvíkar kommunu veitt ókeypis lestrarkort. Í hesum fimm ára tíðarskeiðinum hava út við 6000 lesandi fingið ágóðan av tænastuni. Ó hevur harumframt framleitt ungdómssendingina "Ó-beinleiðis," ið hevur til endamáls at varpa ljós á føroysk viðurskifti. Við samstarvsavtaluni við BankNordik verður ungdómssendingin tryggjað frameftir.

- Vit eru fegin um at leingja avtaluna, sum gevur okkum møguleika at geva okkara íkast til menningina av føroyska lestrarumhvørvinum, sigur Turið F. Arge, privatkundastjóri í BankNordik.

- Avtalan er ein liður í okkara ætlan um at økja sambandið við føroysk ung og lesandi. Vit hava nógvar góðar tænastur til ung, lesandi og útisetar. Vit hava seinasta árið lagt stóra orku í at menna tiltøk og tænastur til henda málbólkin og gleða okkum at halda fram við hesum arbeiði. Tískil gleðast vit um samstarvsavtaluna við Ó, ið gagnar øllum pørtum, sigur Turið Arge, privatkundastjóri, at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo