Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Framsýningar

Vágs Sóknar Bygdasavn hevur í ár eina øðrvísi og spennandi jóansøku framsýning, sum er ein útiframsýning undir heitinum "Søguslóðir".

Talan er um framsýning av gomlum myndum úr Vági. Myndirnar eru prentaðar í stórari stødd og eru hongdar upp áleið á staðnum, har tær vórðu tiknar fyri 80 til 125 árum síðani. Elsta myndin er frá 1890unum og eru so fleiri myndir frá ymiskum tíðarskeiðum fram til 1930ini.

Framsýning er partur av summar- og jóansøkuframsýningini hjá Vágs Sóknar Bygdasavni, sum eisini hevur eina framsýning í Miðlatúni. Framsýningarnar lata upp í morgin - og verður fernisering í Miðlatúni kl. 14 í morgin, ónsdagin 29. juni.

Tá verður høvið hjá fólki at síggja framsýningina í Miðlatúni og fara á ferð rundt Vág á útiframsýning.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo