Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ja, orsaka! Tað er ljótt at siga, at leiðslan ikki er dugnalig. Men samstundis vita vit, at leiðslan alla tíðina hevur kent aldurin á øllum ferjunum kring landið. Hetta kann ikki koma óvart á! Hví skal ódugnaskapur í SSL-leiðsluni hava við sær, at tað er so trupult at liva og virka í Nólsoy?

Ja, tað kann væl vera, at undanfarnu politikkarar einki gjørdu. Men hví skal tað verða undanførsla til einki at gera? Hví skal vána politisk telving hava við sær “runublaking” og undanførslur, heldur enn at tryggja framburð?

Tað kann ikki bera til, at tunnilsætlanir køva visiónir um trygt og álítandi ferjusamband millum oyggjarnar. Tað kann ikki bera til, at tá ið tað almenna skipar tunnlar heldur enn ferjur, so skulu ferjurnar brádliga privatiserast. SSL er landsuppgáva, ið mest sannlíkt bert fær yvirskot um ferðaætlanirnar eru nýtiligar og ferðafólk uttanlands rinda eyka.

Hví skulu vit í Nólsoy dragast við Erlu Kongsdóttir, tá ið SAM skal á beding? Erla Kongsdóttir má annaðhvørt kunna nýtast sum eykaskip, ella má hon seljast, meðan nýggjastu rútarnir enn hava eitt virði.

Hví skal ferðaætlan broytast, bert tí at eykaskip verður sett inn? SSL má hava eina visión um at flyta arbeiðsfólk, bygdarfólk, skúlanæmingar og ferðafólk trygt og lætt – ALT ÁRIÐ! Tað nyttar einki at broyta ferðaætlanir bert tí at eitt eykaskip skal røkja farleiðina eina løtu. Nær verður tosað um eina optimala ferðaætlan, ið hóskar til Nólsoyar í 2021 og nøkur ár fram?

Ternan sýntis øgiliga stór fyrstu dagarnar. Men hon hevur roynst væl og vónandi kunnu hesar 18 mió. kr. tryggja okkum nøktandi farleið í 1½ ár (tað er tíðin tað tekur at projektera og byggja nøktandi ferju á MEST).

Vónandi "gruggar" hetta ikki almennu hoyringina, men kann heldur skunda undir, at vit onkunsvegna fáa eina ferðaætlan, ið ikki er eitt "halt kjaft bomm".

Jákup av Skarði

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo