Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Bátastevnunevndin: Í ár verður Bátastevnan á netinum, og vóna vit at føroyingar kring landið fara at hugna sær saman við okkum.

Á eini Bátastevnu skulu sjálvsagt eisini verða bátar, og vóna vit at síggja fleiri bátar á vágni.

Konsertin verður leygarkvøldið frá kl.18.00 – 01.00, og verður stroymd á bs.fo, kvf.fo og umvegis facebooksíðuna hjá Bátastevnuni.

Vit fylgja tilmælum landsins, og er tað tí ikki møguligt at samlast á økinum á kajuni, men ístaðin ber tað til at sita í bili til “drive inn” konsert í fjarstøðu ella heima í stovuni.

Vaktarfólk verða á kajuni og skipa ferðsluna.

Vælumtóktu Bátastevnubúffarnir verða seldir á kajuni frá kl.17.00 og kunnu bíleggjast á tlf. 522253 ella 724651 frá fríggjadegnum kl.16.00. Útkoyring í Vestmanna/avheinting verður millum kl. 17.00 og 21.00.
Fyri einans 150 krónur fæst búffur, sós, rómaeplir og salat.

Skráin er hendan:

17.00 – 21.00 Bátastevnubúffar verða seldir á kajøkinum

18.00 – 19.00 Bubu barnatiltak

19.00 – 20.00 Magni Christiansen

20.00 – 21.00 Tinganest

21.00 – 22.00 Jens Marni

22.00 – 23.00 Eyðun, Terji og Kim

23.00 – 24.00 Signar í Homrum

00.00 – 01.00 Dynamit

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo