Tað ber ikki til at vanvirða fjøldina og samstundis brellast eftir tokka hennara
- úr Børkuvísum

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Ítróttasamband Føroya: Korona herjar okkara land, tí er alneyðugt, at føroyski ítróttaheimurin heilt og fult fylgir korona-tilmælunum frá heilsumyndugleikunum

- Tað skal eingin ivi vera um, at ítróttaheimurin aftur hesaferð vil vera við til at berja niður korona-smittuna, tí eiga øll ítróttafólk at fylgja almennu korona-tilmælunum út í æsir, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í Ítróttasambandi Føroya.

ÍSF-forsetin heitir á øll sambondini innan ítróttin, ítróttafeløg og ítróttafólk kring landið um at taka tilmælini frá myndugleikunum í allar størsta álvara.

- Korona er ein stór hóttan ímóti okkara samfelag, og nú skal sterka felagskenslan, sum vit høvdu í vár, finnast fram aftur, so vit skjótast gjørligt fáa beint korona so væl av vegnum, sum til ber, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen dent á.

Forsetin í ÍSF minnir á, at hvør einstakur kann gera sítt fyri at minka smittuvandan við at sýna samfelagssinni og rættan atburð.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo