Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2009 tóku Føroyar undir við ST-sáttmálanum fyri einstaklingar, ið bera brek. Hetta var eitt stórt stig á leiðini til tess at betra um viðurskiftini hjá okkara borgarum, ið bera brek. Hóast nógv gott er hent hesi seinastu árini, mugu vit tíverri ásanna, at langt er á mál fyri at náa málinum um tað brekvinaliga samfelagið.

Sáttmálin leggur upp til, at allir borgarar, børn og vaksin við breki, skulu hava javnt góða atgongd til miðlar, bústaðir, almennar stovnar osfr.

Tað eru eisini hesi viðurskiftini, ið hava fylgt rættiliga nógv í miðlum og í almenna rúminum seinastu árini. Men tað eru so nógv onnur øki, har vit í Føroyum eru eftirbátur, eisini í kommunalum høpi.

Bleiv gjørd varug við ein dagin, um vit kundu gera spæliplássini í Tórshavnar kommunu meiri brekvinarlig, tí tað finnast reiggjur o.a., sum eru ætlað til børn, ið eitt nú sita í koyristóli.

Sat í mínum stilla sinni og hugsaði, hvussu ræðuligt tað má vera hjá einum barni í rullistóli at hyggja at, meðan øll hini børnini reiggja og hava tað stuttligt. Setti mær tí fyri, at hetta má og skal broytast.

Tað er ein sjávfylgja og skal vera ein natúrligur partur í okkara planlegging av spæliplássum, at hesi eisini rúma børnum við breki.

Í tí sambandi havi eg í dag heitt á umsitingina um at hava hetta við í allari planlegging av spæliplássum í kommununi, og at vit beinanvegin fara undir at gera verandi spælipláss brekvinarlig, so øll børn - uttan mun til brek - hava somu atgongd sum onnur børn.

Annika Olsen
Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo