Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

- Longu í kvøld - frá kl. 19:30 og so leingi fólk eru í kø - verða næmingar, sum ganga í flokki við smittaða næmingin (hesir hava fingið boð) og øll starvsfólk á Glasi biðin um at møta til fyrru kannning av tveimum, stendur í skrivi sum er sent út til næmingar á Glasi og lærarar.

Hetta verður gjørt eftir ráðgeving sum Mentamálaráðið hevur fingið frá Pál Weihe og Landslæknanum.

Í skrivinum sum er sent út til næmingar og lærarar stendur eisini at øll tey kannaðu eiga at vera við hús, til onnur kanningin er gjørd og staðfest negativ. Hendan verður gjørd mikudagin.

- Øll undirvísing á Glasi er tikin av skrá í morgin, mánadagin 21. september. Frá týsdegnum verður øll undirvísing, har tað er gjørligt, framd á Teams. Mest sannlíkt er, at hendan støðan verður galdandi tað, ið eftir av av vikuni.

- Frá mánadegnum verða øll á Glasi kannað. Kunning um, hvør skal møta til kanningar nær, verður send út seinni í kvøld, stendur í skrivinum.

Sambært Pál Weihe, so verða eisini kanningar gjørdar á einum fólkaskúla og einum barnaansingarstovni í Tórshavnar kommunu.

Talan er um næmingar í fýra flokkum í Skúlanum á Fløtum, sum ganga á Ítróttarrásini, sum heldur til í Gundadali og teirra lærarar. Talan er sostatt ikki um allar næmingar í Skúlanum á Fløtum.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo