Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Opið bræv til Føroya Løgting, Føroya Landstýri, Landsverk og aðrar myndugleikar, ið varða av verkætlanini “Hvalbiar tunnilin.”

Eftir at eg, sjálvur, saman við mongum øðrum í áravís, havi roynt at víst á stóra tørvin á, at dagføra og endurnýggja farleiðina millum Trongisvág og Hvalba, er verkætlanin komin so mikið áleiðis. Hetta eru øll sera, sera takksom og glað fyri.

Ein tøkk skal fara til øll, ið hava stríðst fyri hesum, ótroyttandi, í nógv ár. Her má nevnast, at skiftandi bygdarráð, privatpersónar, skiftandi Løgting, skiftandi Landstýri, Landsverksstarvsfólk og onnur.

Men eitt, ið ørkymlar meg og so mong onnur eru farleiðirnar báðumegin tunnilin, ið ikki sær út til at verða ætlað, at verða optimalt.

Hvalbiarmegin sær út til at ein verulig og virðilig samanbinding við virðiligum tvísporaðum vegi, við gonguteigi manglar. Her er talan um ein sokallaðan ein “gyltan ½ kilometur.”

Trongisvágsmegin er sama skilið, men her er talan um “ein heilan kilometur“!

Um meiningin er at brúka hesar ófullfíggjaðu sambindingar millum tunnilætlanina og verandi veganet til valagn til enn eitt Løgtingsval, so er hetta valagn ikki nóg gott longur.

Men heldur er hetta tekin upp á vantandi virðing fyri einari “annars væl úrhondumgeiddari verkætlan” og ikki minst vantandi virðingin fyri Suðuroyingum, ið verða brúkarir av hesum “so forkølaðu” samanbindingum.

Vónandi tekur Føroya Løgting, Føroya Landstýri, Landsverk ella onnur, ið varða av verkætlanini viðvíkjandi “nýggja Hvalbiar tunlinum”, hetta upp, og gerð arbeiði veruliga liðugt.

Við vón um skjóta og jalig loysn á sambindingini.

Niels Olaf Eyvindsson, Sandvík

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo