Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Púra upp úr ongum eri eg í grein á VP vorðin hunddálkaður av Óla Breckmann við uppáhaldi um, at eg skal hava pínt Bakkafrost í miðlunum og tað, ið verri er. Sum skilst á Óla Breckmann er tað ring mura hjá undirritaða, sum er rótin til allan tramansskapin, eg skal hava borðreitt við bæði sum journalistur og í politikki.

Høvið hjá Óla Breckmann at leggja í krovið á mær tykist vera, at eg skal hava skrivað ella sagt okkurt ljótt um Bakkafrost – hvar eg havi gjørt tað, framgongur ikki, men KvF sær út til at vera høvuðsadressan fyri breiðsíðuni frá honum.

Tað er bara tað við tíðindunum hjá Óla Breckmann, at eg, so vítt eg minnist, ikki havi sagt ella skrivað eitt einasta orð um Bakkafrost síðan eina greinarøð í Dimmalætting fyri júst einum ári síðan. Og tann greinarøðin kann ógvuliga illa bólkast sum útspilling av Bakkafrosti. Heldur øvugt.

Veit meg heldur ikki hava sagt ella skrivað nakað um alivinnuna annars síðan tá.

Eg gavst í KvF fyri 11-12 árum síðan, og havi ikki gjørt nøkur tíðindi har um Bakkafrost ella føroysku alivinnuna yvirhøvur síðan tað.

Hetta bara fyri at kunna óseka lesaran.

Ingolf S. Olsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo