Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Mynd: Ólavur Frederiksen

Javnaðarmaður er hann ikki!

Tað prógvaði hann ta náttina, tá tað gekk upp fyri øllum Føroya fólki, at undirskriftin hjá Heðin Mortensen ikki er at líta á. Men ta ferðina slapp hann innum í Javnaðarflokkin.

Og síðani hevur hann arbeitt við at javna - til sín sjálvs.

Í Sosialinum sigur ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen, at vit í Vágum skulu rinda eykagjald fyri at fíggja fasta sambandið millum Sandoy og Suðuroy.

Ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen hevur ongantíð dult, at hann ynskir Flogvøllin í Vágum niðurlagdan og ein nýggjan flogvøll á Glyvursnesi.

At nýggjur flogvøllur kostar fleiri milliardir og 200 arbeiðspláss verða niðurløgd í Vágum leggur ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen einki í. Bara hann sleppur at javna til konTórshavn so er hann nøgdur.

Annars er ikki framkomandi í Havnini í dag fyri bilum. Tað er vónleyst at fáa eitt parkeringspláss skal mann í neyðsynjaørindum til Havnar.

Um tey 400.000 fólkini sum árliga ferðast yvir flogvøllin í Vágum, umframt tey mongu, sum koma at taka ímóti ella siga farvæl, skulu gjøgnum trongan í Havnini og út á Glyvursnes, so verður ruðuleikin fullkomin.

Eg veit, at tað eru mong havnarfólk sum harmast og meta tað reinan ørskap, at tosa um flogvøll á Glyvursnesi.

Tað verður helst skjótari at koyra úr Hoyvík til Flogvøllin í Vágum enn úr Hoyvík til møguligan flogvøll á Glyvursnesi.

Samstundis sum Heðin vil draga allar Føroyar til Havnar ilskast hann um ferðslutrýstið og innkomuvegirnar.

Fyri Heðin Mortensen eru vit uttanfyri høvuðsstaðin at meta sum B-borgarar í egnum landi.

Tá verkætlanin ”Vágatunnilin” skuldi fara í gongd var tað fyrst og fremst Havnin, sum setti seg ímóti tí.

Undirskriftir vórðu innsavnaðar í handlum í høvuðsstaði okkara fyri at mótmæla føstum sambandi um Vestmannasund og stígur kom í. 

Men fornuftin sigraði til seinast.

Fasta sambandið gjørdist veruleiki.

Tá vóru 300 mió kr. til fast samband við landsins einasta flogvøll reinur ørskapur í eygunum á mongum í høvuðsstaðnum.

Í dag eru 4.000 mió. eingin trupulleiki fyri Heðin Mortensen.

Tað klárar hann at fiksa við at lata onnur gjalda.

Fyrstu ásettu gjøldini í Vágatunlinum vóru so høg at mann hevði næstan ikki ráð at brúka tunnilin.

Orsøkin var, at nakrir klókir akademikarar í Havn høvdu roknað út, at bummgjaldið mátti vera ovurhonds høgt fyri at tunnilin skuldi bera seg. Tey klóku trúðu ikki at nakar tímdi at brúka Vágatunnilin.

Tíbetur eydnaðist tað at seta hesi høvd uppá pláss og vit fingu eitt sámuligt gjald.

Og verkætlanin gjørdist ein sólskinssøga og hevur við tíðini spart Strandferðsluni nógvar milliónir á fíggjarlógini, tí ferjuleiðin Vestmanna-Oyragjógv var spard burtur.

Men lyftið um at tað skuldi vera ókeypis at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, tá lánini vóru goldin, er brotið.

Tað lyftisbrotið kunnu vit fyrst og fremst takka politikarum í Havn fyri.

Men gjaldið er tíbetur lækkað munandi, tí tað hava vit í Vágum arbeitt hart fyri.

Nú sigur ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen, at tað verður ómøguligt at fíggja eitt fast samband millum Sandoy og Suðuroy einans ígjøgnum fíggjarlógina.

Tí má okkara bummgjald hækkast.

Tey ríku í Havn skulu sostatt sleppa undan at vera við í hesum átaki.

Hetta er ójavnaður sum vil nakað.

Heðin kallar hesa skipan ”samhaldsfasta”.

Tað skal serligur (ó)javnaðarlogikkur til, fyri at skilja tað.

Mong ár eru síðan at Búskaparráðið mælti til at seta kommunala útjavnan í verk í Føroyum.

Slíkar skipanir finnast í øllum londum rundanum okkum og verða mettar ein sjálvfylgja í einum sosialum samfelag.

Ein samhaldsføst kommunal útjavnan átti eisini at verið søtur musikkur fyri Javnaðarflokkin. Tí tað samsvarar væl við stevnumið floksins.

Men fyri ójavnaðarmannin og fyrrverandi borgarstjóran Heðin Mortensen var hetta sum at vísa hundi brand.

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn var í øðini.

”Her skal einki javnast”, segði ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen.

Tað skal einki javnast úr Havnini.

Men at javna úr Vágum og útjaðaranum annars, er eingin trupulleiki fyri Heðin.

Vágatunnilin hevði seinasta roknskaparár eitt avlop uppá 4,1 mió. Hetta er ein dropi í havinum, tá Heðin skal finna 4.000 milliónir til fasta sambandið til Suðuroy.

Men Heðin Mortensen sigur, at tað verður ómøguligt at fíggja Suðuroyartunnilin einans gjøgnum fíggjarlógina.

Tí má javnast úr Vágum og kanska úr Norðoyggjum.

Eysturoyartunnilin skyldar tríggjar milliardir, so hetta felag má fyrst røkja sínar lánsskyldur áðrenn Heðin kann ”javna” nakað frá hesum tunli.

Men við verandi gjaldi orkar Vágatunnilin ikki at lyfta nakra fíggjarliga byrðu. Tað prógvar roknskapurin.

Tí noyðist ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen at seta bummgjaldið upp um nakað munandi skal vera at mjólka úr Vágatunlinum.

Og tað verður ikki uttan svørðslag at ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen sleppur at leggja eykaskatt á okkum vágafólk.

Fyri mong havnarfólk var verkætlanin Vágatunnilin einaferð mett sum reinur ørskapur.

Nú sær ójavnaðarmaðurin Heðin Mortensen møguleikan at brúka ”vitleysu” íløguna ”Vágatunnilin” sum eina pengamaskinu, sum skal lætta um á fíggjarlógini.

Mangt umskiftist á mansins ævi.

Hugsjónarliga er Heðin Mortensen alt annað enn javnaðarmaður.

Hann gongur bert inn fyri at javna, tá javnað verður rættan veg – til sín sjálvs.

Uppsalapætur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo