Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í desembur mánaða 2017 gjørdust teir fyrstu 16 føroyingarnir lidnir við eftirútbúgvingina í yrkisligum (professionellum) relatiónsførleika, sum ICDP Danmark við Onnu Linder skipar fyri.

Millum teirra vóru námsfrøðingar, lærari, ráðgevar og leiðarar. Í nógvum størvum og yrkjum eru góðar relatiónir týdningamiklar, skal kjarnuuppgávan loysast á skilagóðan hátt. ICDP útbúgvingin leggur dent á, at tey yrkislærdu varveita og menna sensitivitet og gleði, tá tey møta borgaranum.

Vit vita, at smílið er og gleðin eru týdningarmikil í gerandisdegnum, men smílið og gleðin eru eisini týdningarmikil, tá tað snýr seg um yrkisligar relatiónir. Tað er umráðandi, at borgarin møtir einum smílandi og sensitivum persóni, hetta líkamikið um borgarin býr á sambýli, ellisheimi, er sjúklingur, barn á dagstovni ella næmingur.

- Tíbetur smílast vit nógv í Føroyum, men hóast tað uppliva vit øll av og á at møta øðrum menniskjum á ein hátt, har relatiónin er trupul. Og hvussu handfer man síðani tær truplu relatiónirnar? Og hvussu kunnu vit yrkisligu skerpa uppmerksemið í mun til samspælið og relatiónirnar. Tað er hetta arbeitt verður við í útbúgvingarskeiðnum, sigur Gitte Klein frá Grit.

Seinastu tíðina hevur heilsusektorurin víst útbúgvingini stóran ans og alt fleiri starvsfólk, ið starvast í heilsusektorinum, hava nomið sær hesa vitan. Men eisini er áhugin vaksin í løgregluni og millum leiðarar í Danmark.

Orsakað av stóra er áhuganum sum hevur verið í Føroyum síðan tey fyrstu fóru undir útbúgvingarskeiðið, skipar ICDP Danmark saman við Grit aftur fyri einum skeiði í februar 2018. Í hesum sambandi hevur Anne Linder ókeypis fyrilestur, har hon greiðir frá útbúgvingini og tonkunum handan yrkisliga relatiónsførleikan.

Fyrilesturin verður í Skúlanum á Argjahamri 24. januar 2018 frá klokkan 16-18. Fyrilesturin er ókeypis, men neyðugt er at tekna seg við at senda ein teldupost til grit@grit.fo.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo