Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Nýggi Ungdómsbankin hjá BankNordik bjóðar til ókeypis konsert við Mariusi Ziska og Allan Tausen fríggjakvøldið 10. februar kl. 20.

Konsertin verður hildin undir kuplinum í BankNordik í Havn, soleiðis at ljóðupplivingin verður einastandandi góð og heldur øðrvísi.

Eisini verður nógv gjørt burturúr ljóssetingini, og tí verður møguleiki at uppliva bankan á ein heilt anann hátt enn vanliga.

Meira enn ein banki Í nýggja Ungdómsbankanum er tað ungi kundin, ið setur fortreytirnar. Tí er tað eisini júst tí, at Marius og Allan eru valdir til høvið.

Ungdómsbankin hjá BankNordik ynskir at geva ungum føroyingum millum 18 og 28 ár eitt hugnaligt kvøld, og vónandi eina øðrvísi uppliving undir kuplinum. BankNordik bjóðar sjálvandi eisini djúsbarr og nýgjørdar tvíflísar.

Sum ein liður í lyftinum um at vera meira enn ein banki roynir BankNordik eisini at brynja ungar føroyingar, ið flyta av landinum í lestrarørindum, til stóru broytingina.

Hetta verður gjørt við eini sokallaðari flytivegleiðing, sum skal gera flytingina so smidliga sum gjørligt.

Eisini fer BankNordik at gera sítt fyri at fáa føroyskar útisetar heimaftur til Føroyar við kunningarkvøldinum “Vel Føroyar”, ið verður á Norðuratlants Bryggjuni í vár.

Nær og hvar: Fríggjakvøldið 10. februar kl. 20.00 í BankNordik á Oknarvegi 5.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo