Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Mikukvøldið 20. mai kl. 19,00 bjóðar Online Førleikamenning til fyrilestur.

Professarin, Jens Bruun Koefoed, í gamla testamenti í Dansk Bibel-institut og Fjellhaug International University College heldur fyrilesturin.

Í 2018 gav Jens Bruun Kofoed út bókina ’Før Darwin’. Bókin lýsir kjakmentanina millum tey, sum trúgva á skapan og tey, sum trúgva á menningarlæruna. Hetta verður eisini evnið á fyrilestrinum hja Jens Bruun Kofoed mikukvøldið kl. 19,00-20,00.

Bókin vísir á, hvussu tað oyðileggur kjakið um tosað verður yvirlegið og niðrandi um Darwin og vandin er, at kristin oyðileggja egnu søk sína um tey orða seg ov harligt.

Millum annað verður víst til kirkjufaðirin Augustin, sum skrivaði: ’Møta tey (vantrúgvandi) einum kristnum, sum hevur misskilt okkurt, tey sjálv vita nógv um, og hoyra hann halda fast við tápuligar meiningar um okkara bøkur, hvussu skulu tey tá trúgva somu bókum, tá tey tala um uppreisn frá deyðum, vón um ævigt lív og Guds ríki?’

Fyrilesturin er ókeypis. Tekna teg her: https://www.onlinewebinar.life/.

Tað krevst onki forrit til telduna – men tú mást hava eina ella vera hjá einum sum hevur eina facebook-konto.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo