Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Á myndini síggjast Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri og Jákup Heinesen, stjóri í Dveyluni.

Á myndini síggjast Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri og Jákup Heinesen, stjóri í Dveyluni.

Á myndini síggjast Eyðfríð L. Jacobsen, heilsu- og umsorganarstjóri og Jákup Heinesen, stjóri í Dveyluni.

Tórshavnar kommuna: Heilsu- og umsorganartænastan fer restina av 2019 undir eina royndarverkætlan at veita reingerðartænastu til fólkapensjónistar, sum ikki sjálvir megna at gera reint.

Reingerð hevur fyrr verið partur av heimatænastuni. Fyri áleið 10 árum síðani bleiv henda tænasta tikin úr heimatænastuni og hevur ikki verið síðan. Tað hava gjøgnum øll árini verið røddir frammi um, at saknur hevur verið í hesari tænastu.

Tórshavnar býráð hevur ynskt at ganga tørvinum hjá borgarunum á møti og hevur tí sett 500.000 kr. av til eina royndarverkætlan fyri reingerðartænastu fyri 2019.

Tilboð til fólkapensjonistar
Reingerðartænastan er eitt tilboð til fólkapensjónistar, sum ikki sjálvir megna at gera reint í egnum heimi. Talan er um serstaka tænastu og tí skal borgarin søkja um tænastuna. Visitatiónin hjá Heilsu- og umsorganartænstuni ger síðan eina meting av tørvinum og støða verður tikin til, um borgarin lýkur treytirnar fyri at fáa tænastuna.

Tænastan kann eftir tørvi veitast antin einaferð 2. hvørja viku ella einaferð 4. hvørja viku. Skipanin verður ókeypis.

Undir gomlu skipanini var tað heimahjálpin, sum veitti tænastuna, men soleiðis verður ikki nú, tí starvsfólkatilfeingi ikki er til tað. Tórshavnar kommuna hevur tí gjørt avtalu fyri 2019 við reingerðarfyritøkuna Dveyluna, um at veita reingerðartænastu til teir fólkapensjónistar í Tórshavnar kommunu, ið fáa játtaða reingerðartænastu.

Verkætlanin fer av bakkastokki í næstum. Tá skipanin hevur virkað eina tíð, sæst hvør tørvurin er og hvussu skipanin riggar, og tá verður skipanin eftirmett í mun til framhald og hvussu skipanin skal síggja út í framtíðini.

Kommunan hevur sett 500.000 kr. av til royndarverkætlanina í 2019.

Umsóknarblað verður tøkt á www.torshavn.fo undir "Sjálvgreiðsla"  og Heilsa og umsorgan í komandi viku.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo