Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Bøkur

Bókadeild Føroya Lærarafelags: Ókeypis STROK og Píka7? Ja, tað ljóðar næstan ov gott til at vera satt. Men tað er satt!

- Løgtingið gjørdi í fjør av at hækka stuðulin til blaðútgávurnar við teirri grundgeving, at ynskiligt er, at allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini ókeypis. Saman við stuðli frá hvørjari einstakari kommunu sær røkka vit nú málinum, sum bæði Bókadeild Føroya Lærarafelags og mangir lærarar við okkum hava droymt um í nógv ár: Allir næmingar í grund- og miðdeild fáa bløðini hvørja ferð, tey koma út, sigur Niels Jákup Thomsen, stjóri á Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum gevur STROK og Píka7 út.

- Høvuðsendamálið við bløðunum og heimasíðunum er at geva børnum og ungum viðkomandi og spennandi tilfar úr teirra egna gerandisdegi, um teirra áhugamál og – ikki minst – á teirra egna máli. Og nú, allir næmingar í grund- og miðdeildini fáa bløðini, kunnu vit endiliga røkka so at siga øllum børnum í Føroyum í hesum aldursbólki. Og tað er stórt, øgiliga STÓRT, ja, kanska tað størsta nakrantíð í søguni hjá STROK, sigur Beinta Johannessen, blaðstjóri, sum gleðir seg til at fara aftur til verka eftir eina sera spennandi tíð við umsóknum, kjaki, útrokningum, samráðingum og bíðaríi. - Nú skulu allar kreftirnar aftur brúkast til at gera gott tilfar til bløð og heimasíður.

Hjartaliga til lukku til okkum øll!

Um komandi bløðini
Í fyrsta STROK-blaðnum hetta skúlaárið kanst tú millum annað gleða teg til at lesa um Óðin, sum er skjótasti drongur í Føroyum í sínum aldursbólki, um beiggjarnar Hákun og Óla, sum hava sett met og eru komnir í Børnenes Rekordbog, um, hvussu tað at duga mál kann geva tær vinir úr øllum heiminum, um grønasta skúla í Føroyum, tíðindi, ummæli, flovisligar søgur og mangt annað.

Í komandi Píka7-blaði kanst tú lesa um Rún, sum er í Mykinesi hvørt summar, og um myndprýðaran Anniku, sum millum annað hevur myndprýtt bókina Abbi og eg og abbi. Tú kanst somuleiðis lesa um rúmdina, koalabjarnir og um ommur og abbar, sum eru farin at gloyma. Harumframt eru krossorðagátur, ummæli, ein smákøkuuppskrift og mangt annað at finna í blaðnum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo