Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Online førleikamenning bjóðar til fyrilestur mikukvøldið 27. Mei. Kl. 19 -20 á netinum um frambering við Bárði Persson.

Eins og sólin, ið er horvin handan skýggj, er okkara autentiski persónur mangan fjaldur aftanfyri sløruta úttrykkið.

At arbeiða við frambering, er fyrst og fremst at arbeiða við dirvinum at avdúka seg sjálvan.

At evna at frambera seg meira autentiskt, gevur tær fleiri streingir at spæla uppá. Brádliga gerst tín boðskapur kveikjandi og viðkomandi.

Í staðin fyri at standa úti á síðulinjuni, gerst tú í størri mun ein leikari úti á vøllinum við eini rødd, sum brennur ígjøgnum, og einum kropsmáli við mið og málið.

Málbólkurin er ein og hvør sum ynskir at røkka út við síni vitan, royndum, boðskapi, hugleiðing v.m. á ein meira munagóðan hátt.

Bárður var liðugt útbúgvin sum sjónleikari á Statens Teaterskole í Århus 2002.

Seinni hevur hann arbeitt nógv við sjónleiki og frambering. Seinastu 6 árini hevur hann fingist við vegleiðing innan frambering av nærum øllum slagi. Eitt nú hevur hann undirvíst lærarum, næmingum, arbeiðstøkum og sjónleikarum.

Far inn á facebook vangan hjá Online Førleikamenning mikukvøldið 27. mei kl. 19.00, har fyrilesturin verður sendur beinleiðis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo