Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nú landsstýrið hevur avgjørt at lata samfelagið meira upp, fer tað enn einaferð at raka gerandisdagin hjá okkara eldru borgarum meint. Tað er vanligt vit og skil fyri flestu okkara, at við tað at samfelagið verður meira opið úteftir, so verður gerandisdagurin hjá okkara eldru meira afturlatin og avbyrgdur. Í vikuni hoyrdu vit m.a. frá dugnaligu starvsfólkunum í heimatænastuni í Vágum, at tað er trupult at verja okkara gomlu uttan at avbyrgja tey.

Allíkavæl hoyrist lítið og einki frá landsstýrinum um, hvussu hesin trupulleikin skal loysast. Hevur landsstýrið púrasta gloymt okkara eldru borgarar? Er ætlanin bara at góðtaka, at hesi, sum vit søgdu okkum vilja verja, skulu bera tyngstu byrðuna av koronasjúkuni við at sita avbyrgd og einsamøll?

Fyri mær tykist tað sum, at landsstýrið bara roynir at kveistra ábyrgdina yvir á kommunurnar og starvsfólkini í heimatænastuni og á eldrasambýlum. Um tað var avgerandi fyri vinnufyritøkur og ferðavinnuna at lata samfelagið meira upp, so kundi landsstýrið í staðin valt at veita nógv meira stuðul enn gjørt er í hjálparpakkunum.

Higartil hevur landsstýrið átikið sær sera lítlan part av kostnaðinum fyri koronakreppuna samanborið við stjórnirnar í grannalondunum. Avleiðingin av hesum misskilta sparseminum er ógvuliga dýr!

Um prísurin fyri at lata Føroyar upp fyri umheiminum er, at okkara eldru sita einsamøll, so haldi eg, tað er for dýrt.

Tey hava uppiborið betur.

Heðin Mortensen,
Javnaðarflokkurin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo