Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Tey flestu, sum lurta eftir Løgtinginum í hesum døgum, fáa helst við, at mest vanliga og brúkta orðið á tingi er "maður" í bendingini "mann".

Nær í søguni gavst okkara ting at brúka orðini "eg", "tú", "vit", "tit", "ein" ella bara einki orð í staðin fyri "mann".

Sexistiska orðið "mann" kom í sini tíð úr donskum inn í føroyskt sum "man". Donsk orðabók (ordnet.dk) sigur soljóðandi um hetta orð:

"Egentlig samme ord som mand... ofte for at gøre udsagnet mere generelt eller for at underspille sin egen rolle".

Hvat siga okkara málvinir og hvat sigur Javnstöðunevndin til hetta sexistiska orð.

Ella halda tey, at vit eins væl bara kunnu siga "kona" vil, "kona" kann ella "kona" kundi og vit kundu hildið fram við "konu" í tað óendaliga eins og Løgtingið ger við "mann".

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo