Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgunsendingini hjá danska TV2 greiddu journalistarnir Ole Rasmussen og Gorm Vølver um árið, ið fer.

Teir skriva ATS, At Tænke Sig, á baksíðuni í Politiken.

Báðir eru samdir um, at hetta árið hevur verið tað mest gevandi og upplagda árið til satiru.

Hóast satiran livdi, tá Útvarpið hevði V4 og Pipar og Salt høvdu onkrar framførslur, er næstan eingin satira í Føroyum í dag.

Og tó.

Jákup Veyhe hevur onkuntíð eitt fríggjadagsprik í Kringvarpinum, Óli P onkra tekning á VP og Hugin Eide skrivar onkuntíð okkurt satiriskt av Flatlondum.

Sum til dømis hesa grein úr Politiken, sum fólk hildu vera ordiliga, tí vit hava gloymt hvat satira er.

Sí her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo