Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Aðrastaðni eru serligir pallar til læring og vitanardeiling, har lærarar kunnu heinta íblástur og kunning til at gera kt til ein natúrligan part av undirvísingini. Við tíðini eru alt fleiri lærarar vorðnir dugnaligir til at nýta kt í undirvísingini, summir við útbúgving, aðrir av áhuga, men enn vantar í fyri at koma á mál.

- Tað er órealistiskt at vænta, at allir lærarar skulu førleikamenna seg við at taka eina heila útbúgving afturat, men eg hevði viljað, at lærarar á annan hátt kundu ment sínar kt-førleikar. Vit sleppa ikki undan at hugsa um kt í undirvísingini, og seinasta árið hevur korona hjálpt til og í nógvum førum tvingað lærarar og skúlar til at hugsa kreativt við kt-loysnum. Tað hevur havt tað jaliga við sær, at óttin fyri at fara í holt við kt í undirvísingini ikki er tann sami, og fleiri lærarar eru meir opnir fyri tí.

1. desembur í fjør skipaði Nám fyri visjónsseminari á Hotel Føroyum um kt-didaktikk. Grundarlagið undir átakinum var, at innan skúlaverkið er stórur tørvur á einum felags leisti fyri kt-didaktikk í undirvísingini. Ein teirra, ið legði fram, var Tóri Slættalíð, kt-ráðgevi á Námi. Hann sigur, at kt-didaktikkur er ein tankagongd.

- Tað er ein máti at síggja tøknina í einum undirvísingarsamanhangi. Ert tú ikki í kt-brillunum, mást tú læra teg at hugsa nýtt. Og her er vitanardeiling ein týdningarmikil partur.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo