Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Ung fyri Miðflokkin skipar í kvøld kl. 20 tann 9. januar fyri einum almennum tiltaki í Perluni, ið snýr seg um hvørt rúsdrekka skal kunna koma út í handlarnar ella ikki.

Fyrst kemur Pál Weihe at halda ein fyrilestur um evnið, har hann viðger evnið útfrá einum meira fakligum vinkli. Síðani verður kjak millum fýra løgtingsfólk.

Tey eru: - Jørgen Niclasen - Bill Justinussen - Kaj Leo Holm Johannesen - Ruth Vang

Tiltakið er ókeypis og opið fyri øllum.

Higartil hevur tiltakið fingið serstakliga góða undirtøku á Facebook.

Ein leinkja til tiltakið sæst her: Øl og vín í handlarnar?

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo