Eg havi ikki tosað við vermóður í longri tíð. Eg havi ikki viljað brotið hana av
- Rodney Dangerfield

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Cphculture.dk hevur aftur leikárið 2019/20 kosið Olaf Johannessen, sum vinnara av bestu præstatión millum mannligu høvðusleikararnar í Danmark.

Hann hevur vunnið prísin fyri tveir leiklutir:

Annar er høvuðsleikluturin, sum Cyrano de Bergerac á tí Kongaliga teatrinum, í leikinum við sama heiti eftir franska rithøvundan Edmond Rostand. Leikurin er eitt stórt klassiskt verk skriva uppá rím. Tað var Katrine Wiedeman, sum leikstjórnaði leikinum, ið var stórliga fagnaður tá ið hann gekk heysti 2019 og veturin 2020.

Hin leikluturin, sum Olaf er heiðraður fyri, er leikluturin, sum annar av tvillingunum í leikinum Det store stilehæfte á Husets Teater veturin 2020. Det store stilehæfte hevur Jens Albinus gjørt til leik yvir skaldsøguna við sama heiti eftir Agota Kristof. Pernille Kragh var dramaturgur. Jens Albinus leikstjórnaði eisini leikinum, meðan Maria Bouras og Marita S. Dalsgaard vóru ráðgevandi leikstjórar. Olaf Johannessen og Jens Albinus eru í felag eisini nomineraðir til ein Reumert fyri besta mannliga høvðusleiklut fyri tvillingaparið. Harumframt er leikurin sjálvur eisini nomineraður til ein Reumert, sum ársins leikur leikárið 2019/20.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo