Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mentan

Í gjárkvøldi tann 21. Sept 2020 vann Olaf Johannessen sín fjórða persónliga Reumert. Hann vann hann saman við sínum viðspælara Jens Albinus fyri leiklutirnar sum tvíburðabrøður, ið teir spældu í Det Store Stilehæfte eftir Agotu Kristof á Husets Teater.

Leikurin hevði spælt eina viku tá ið øll leikhús vóru lukkaði tann 12. mars 2020.

Í grundgevingini segði Reumertkomitein: ”Vóru teir ein ella tveir? Teir gátuføru tvírburðarnir í yvirlivilsisfrásøgningi hjá Ágota Kristof muga býta imillum sín nomineringina, heilt í tráð við andan í leikinum. Unisont, í kóri, vi somu rødd, søgdu tvíburðasálirnar Olaf Johannessen og Jens Albinus í teirra stílahefti frá um at yvirliva kríggið, gloyma kærleikan og herða bæði kropp og hjarta. Eitt einastandandi dupultbragd.”

Sjálvur var Olaf ikki til staðar til handaninna á Folketeateret. Hann spælur í løtuni Faust á Teater Republique og hevði hetta kvøldið sýning. Hini árini Olaf hevur vunnið fyri besta mannliga høvðusleiklut eru 2015 og 2016. Í 2018 vann fekk hann Heiðursreumertin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo