Eg havi onki ímóti at liva í eini mannfólkaverð, soleingi eg sleppi at vera kvinna í henni
- Marilyn Monroe

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í gjár bórust tíðindini, at Sambandsflokkurin í býráðnum er ímóti at játta pengar til grannaløg á ólavsøku.

Eg vil bert boða frá, at vit eru fleiri í Javnaðarflokkinum í býráðnum, sum halda hetta átak vera burturvið. Munnu ikki borgarar í teimum ymsu grannaløgunum í Tórshavnar Kommunu duga at fyriskipa eina hugnaløtu uttan at fáa studning?

Hvat er definitiónin uppá eitt grannalag?

Og hvat hendir við íløgunum, sum grannaløgini hava gjørt, tá ið ólavsøkan er av?

Hesi sjónarmið gjørdu vit týðiliga vart við á býráðsfundinum.

Vit atkvøddu blankt, tí at vit mæltu til, at býráðið heldur setir upphæddina av til at fyriskipa dygdargóð tiltøk á ólavsøku fyri børn ymsastaðni í Havnini. Í mong ár hevur tað verið ein avbjóðing hjá barnafamiljum, at tað er so dýrt at fara á ólavsøku við børnum. Nú eru nógv barnatiltøk á ólavsøku avlýst.

Vit fingu ta fatan, at býráðssamgongan vildi umrøða henda møguleikan. Men so varð ikki.

Borgarstjórin og kommunustjórin kunngjørdu beinanvegin, at grannaløg nú kunnu søkja um studning til grillir, ballónir og tjøld í grannalagnum – og hesum eru vit fleiri í Javnaðarflokkinum, sum ikki taka undir við. Tað er ikki rætt at brúka skattakrónur til tílík endamál. 

Vit halda, at játtanin annaðhvørt átti at verið spard, ella brúkt munandi betri til eina góða ólavsøku fyri børn.

Helena Dam á Neystabø, býráðslimur í Tórshavnar Kommunu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo